Í Fountainhúsinum er “dypping” á sjónum fast á skemanum 1-2 ferð um vikuna, til tey ið ynskja tað.
Og herfyri vóru vit til Saunadypp á Glyvrum 😀
Hetta lokkaði fleiri við so vit vóru ein fittur hópur ið fór avstað.
Veðrið var gott og gott pláss var í sauna’ini við útsýni út á hav.
Tað var sera hugnaligt! Vit høvdu luktilsi og heimagjørt skrubb við, gjørt úr kaffigrums, olju og rosmarin 😀
Kenslan aftaná var góð! Vit vóru avslappaði í kropp og sinn. Føldu róð og føldu okkum meira “samlaði”.
Hetta ætla vit okkum heilt víst at royna aftur 😀
Á heimasíðuni saunadypp.fo stendur m.a. soleiðis ” Kanningar vísa, at nýtsla av sauna og køldum vatnið betrar munandi um sálarliga og kropsliga heilsu. Við Saunadypp bjóða vit sosiala samveru í føroysku náttúruni.”




