Jóladekoratiónir/Opið Hús

19/12/2023

Desembur hevur verið ein hugnaligur mánaður í Fountainhúsinum.
Vit hava bakað, gjørt jóladekoratiónir, gjørt linoliumsprent til jólakort og verið á
jólakafe hjá Katrinu Christiansen og Kaffihúsinum.

Nú vit eru komin í jólavikuna, eru vit farin at gera klárt til
''opið hús'' sum verður hósdagin 21/12 kl 13.00 til 16.00.

Vit fara at bjóða vafflur, kaffi og te til øll sum støkka inn á gólvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...