Bingo í Fountainhúsinum

07/11/2023

Týsdagin h. 24. Oktobur, var aftur skipað fyri bingo spæli í húsinum.
Har vóru nógvir ymiskir og góðir vinningar á spæl og harafturat var drigið lutaseðil, í millum hvørt spælið. Byrjað var kl 12.30 og sat tá longu ein full stova klár, av fólki í góðum hýri.

Starvsfólk og limir høvdu stákast frammanundan, við uppsetan og við at fjálga um hølini.
Angin av nýbryggjaðum kaffi, møtti einum longu í durinum, áðrenn eygað rendi seg á vakurt prýddað kaffiborði, har ein leskilig køka, thé og annað gott stóð klárt, til ein góðan munn omaná spælið.
Spælið gekk væl og hóast stóra spenningin, var tó eisini flent og skemtað undir spælinum -

Nakað, sum serliga eyðmerkir húsið, á ein jaligan hátt; Hin jaligi og skemtingarsami andin. 
"Tab og vind med samme sind" lat í onkrum, tá ið spælið var av og tað má sigast: Hýrurin var eins góður sum áðrenn, tá ið spælið var av, eins og áðrenn og kendi ein seg fyltan við góðum felagsskapi, eins og góðari køku og kaffi, eftir væleydnaða Bingo-spælið.

Vit gleða okkum longu til næstu fer!

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...