Listauppboðsøla og 6 ára føðingardagur, útsett til 2.mai

11/03/2020

Í samband við 6 ára føðingardagin hjá Fountainhúsinum, fara vit aftur at skipa fyri eini listauppboðsølu. Hetta er triðju fer vit skipa fyri uppboðsølu av list. Seinast var í 2016 og 2018, og eydnaðust tiltøkini sera væl. Nógv fólk hava verið til sølurnar og hava ikki verið færri enn um 50 listarverk seld á hvørjum uppboði. Vit hava gjørt eitt Facebook tiltak, hetta kann síggjast við at trysta her
Tað hevur eydnast okkum, at fáa fleiri av listafólkunum, sum luttóku í 2016 og 2018, at verða við aftur í 2020. Nýggj listafólk eru eisini við hesa fer.
Leisturin fyri uppboðsøluna verður tann sami sum áður, har 65% av søluni fer til listafólki og 35% av søluni letur listafólki í stuðul, til Fountainhúsið.
Vit í Fountainhúsinum eru sera takksom fyri, at øll hesi dugnaligu listafólkini vilja stuðla okkum. Og harvið geva okkum møguleika at luttaka á europeiskari ráðstevnu fyri Fountainhús, seinni í heyst.
Talið av listarverkum verður á leið tað sama sum áður og listaverk sum koma á uppboði eru m.a skapaði av Rannvá Kunoy, Joel Cole, Ásla Rannvá Svensson, Oggi Lamhauge, Hergerð Joensen, Rannvá Mortensen, Eyðun av Reyni, Astrid Macdonald, Birgit Kirke, Astri Luihn, Finleif Mortensen, Martin Joensen, Jón Magnus Joensen, Elin P.Andreasen, Silja Strøm, Andrias Andreasen, Bárður Jákupsson, Fríða Brekku, Heðin Kambsdal, Hilmar Højgaard, Jensina Olsen, Lív Arge, Pól Skarenni, Sámal Toftanes, Janus á Húsagarði og Edith Mørkøre.
Millum kl. 12:00 og 14:00, tann 2.mai, verður møguleiki at síggja listaverkini, áðrenn sermerkta uppboðsølan byrjar kl.14.00 sama dag, í Auluni í Finsen.
Fountainhúsið bjóðar eisini kaffi og lagkøku hendan dagin

Øll eru hjartaliga vælkomin

Onnur tíðindi…

Kompost kassar

Kompost kassar

Í Fountainhúsinum eru vit áhugaði í umhvørvi, burturkast og skiljing av burturkast! Vit skilja burturkast í ymiskar...

Bonkur vakti áhuga

Bonkur vakti áhuga

Vit hava gjørt okkum nakrar fittar beinkir, at hava uttanfyri í havanum 😀 Upprunaliga kom hugskotið, tí eldri viður...

Stongt vegna ráðstevnu

Stongt vegna ráðstevnu

Alla komandi viku 19-25 mai hava vit í Fountainhúsinum stongt. Hetta tí vit fara á spennandi ráðstevnu í Helsinki :D...

Latið okkum í felag røkka á mál!

;