
Mánadagin høvdu vit framsýning við trælutum, sum vit hava skapað á verkstaðnum hjá Joel Cole. Nógvir lutir vóru at síggja og nógvir ymsir formar, alt ann uppá hvør hevði sniðgivið. Eisini fingu vit hugvekjandi orð frá Joel og starvsfólkum á Fountainhúsinum, og sum vanligt er var kaffi og kaka afturvið.