Conserto Grotto

16/07/2015

Ì fagrasta veðri fóru vit týsdagin á útferð við Norðlýsinum. Málið var Heystbjørgini og Conserto Grotto við Eskil Rømme. Tá ið vit vóru komin vestur um Heystoynna til grotturnar, fóru vit øll umborð á smærri bátar, sum silgdu okkum inn í sjálva grottuna.

Tað er ikki á hvørjum degi at fáa eina tílíka tónleikauppliving. At hoyra eina saksofon í myrkrið og tiltíðir í kvirru og aðrar tíðir saman við aldututli og brimi. Tann akustikkur, sum er í einari grottu, fær ljóðið at hoyrast og kennast betri.

Àðrenn Birgir Enni setti kósina heimaftur, silgdu vit undir fuglabjørgunum, har bæði lomvigi, rita og havhestur vóru at síggja og hoyra. Og var hetta fuglaljóðið ein konsert í sær sjálvum úti í føroysku náttúruni.

Eingin av okkum hava upplivað eina tílíka grottokonsert áður, so hetta var nakað serstakt fyri okkum øll, og vilja vit mæla øðrum at fara túrin. Eitt fragd fyri bæði oyra og eyga.

Sí fleiri myndir

Onnur tíðindi...