
Vit fóru fjøllment avstað frá Fountainhúsinum kl.10. Tað hevði regnað eitt sindur av og á fyrr um morgunin, men nú var turt.
Leiðin gekk fyrst niðan á Hamaran, har vit settu bilin. Síðani gingu vit niða á Kongavarðarnar í einari passaligari fer, so vit eisini kundu njóta vøkru náttúruna og práta.Niðan komin ótu vit matpakkar, sum vit høvdu smurt í Fountainhúsinum. Ein kaffimunnur var góður at fáa afturvið.
Ein frálíkur gongutúrur, sum tók samanlagt tríggjar tímar. Kann viðmælast til øll, bæði til tey, sum orka væl og minni væl at ganga ☺


