
Tað var ein fagran summar dag, 11
hitastig, klárur himmal og blika logn.
Vit møttust í Fountainhúsinum kl 09:00 og byrjaðu dagin við at smyrja okkum
matpakka. Súna hevði keypt breyð, góðan viðskerða og grøntsakir.
Vit fóru frá húsum kl. 10:00 við tveimum bilum.
Tá vit komu til Leitisvatn og settu bilin var kl 11:00
og vit fóru mannsterk til gongu móti Bøsdalafossið. Vit gingu framvið
Trøllakampasand og niðan á trælanípu. Her hildu vit ein stuttan steðg og nýttu
útsýnið.
longu kl 12:00 vóru vit við Bøsdalafoss har vit fingu okkum eta og ein
kaffimunn.
Her sótu vit í uml trý korter áðrenn vit vendu nøsini heim aftur móti havnini.
Vit høvdu myndamann við og hann fekk fleiri góðar myndir.


