Ferðafrásøgn – Sardinia 2024

13/11/2024

Fyrst í septembur mánaða fóru vit í Fountainhúsinum á uttanlandsferð. Leiðin gekk til lekkru italiensku oynna, Sardina. Vit vóru eitt ferðalið á 17 fólk.

Vit fóru úr Føroyum til Keypmannahavn tann 6. sep, har vit yvirnáttaðu á Hotel Comfort í eina nátt. Tíðliga morgunin eftir settu vit kós móti Sardina, men áðrenn vit komu so langt, skuldu vit millumlenda í Rom. Har vóru vit í uml. 5 tímar, og tíðin har bleiv m.a. brúkt uppá at eta lekkran italienskan mat. Seinni um kvøldið lendu vit í Sardina, har ein bussur við guide stóð og bíðaði eftir okkum. Busstúrurin frá flogvøllinum til hotelli tók uml 1 tíma, og hendan tíman greiddi guidin okkum frá nógvum áhugaverdum um oynna.

Vit búðu á Hotel & Residence Cormoran. Hetta var eitt sera lekkurt hotel við egnari strond og svimjihylum. Á hotellinum varð skipað fyri ymiskum aktivitetum, so sum yoga, aquagym og zumba. Nøkur av okkum royndu nakrar av aktivitetunum.
Hotellið lá tætt við lítla býin, Villasimius. Býurin hevði eina sera hugnaliga gongugøtu við litríkum húsum, hugnaligum handlum og lekkrum íshúsum. Íshúsini seldu teir sermerktu italiensku ísanir, gelato.

Sardina var sera lekkurt. Hitin lá millum 26 til 32 stig og tað var nógv sól, so strondin bleiv dúgliga brúkt. Sandurin var hvítur og havið klárt og blátt. Í septemur er tíðin fyri ferðavinnuna við at halla, og tí vóru ikki so nógv ferðafólk. Hetta merkti at tað var gott pláss fyri okkum bæði á strondini og á hotellinum annars.

Náttúran kring hotellið var vøkur við klettum, blómum og nógvum kaktusum. Vit vóru ymiskar dagstúrar í nærumhvørvinum har vit upplivdu vakurleikan.
Nøkur okkara fóru ein dagstúr inn til høvuðsstaðin, Cagliari. Tað var ein busstúrur á 3 tímar hvønn veg. Býurin var vakur, men luktaði langan vegin av avfalli sum lá úti á gøtuni i posum. Vit vóru eina løtu í einum innkeypssentri, og stutt aftaná settu vit kósina heim aftur til Hotel & Residence Cormoran.

Tíðliga leygarmorgnum tann 14. sep byrjaði heimferðin. Bussurin var longu eftir okkum kl 04.00 á hotellinum. Heimrutan var tann sama sum áveg suður – Sardina til Rom, Rom til Keypmannahavn og síðan Keypmannahavn til Føroyar. Eftir ætlan skuldu vit vera í Føroyum saman kvøld, men meðan vit sótu við gateina á flogvøllinum í Kastrup, fingu vit eitt heldur óvæntað yvirraskilsi – flogtúrin heim varð avlýstur og útsettur til dagin eftir vegna veður. Hetta hevði við sær, at vit máttu yvirnátta eina nátt eyka í Keypmannahavn, og av tí, at tað var hálvmaratonkapping har, var einki hotel tókt til okkum inni í býnum, so vit máttu sjálvi finna eina loysn. Yvirskotið var lítið, og fólk troyt eftir longu ferðina. Hóast tað, vóru fólk skjót til verka fyri at loysa trupulleikan, og tað endaði við, at vit fingu innivist á deiliga hotellinum Thon Partner Hotel Høje Taastrup. Sostatt bleiv ferðin ein dag longri enn væntað, men vit komu heim glað og væl nøgd tann 15. sep.

Niðanfyri ber til at síggja ein dronfilmur frá túrinum, sum ein limur hevur upptikið. Harafturat blivu nógvar myndir tiknar á ferðini, og nakrar av teimum kunnu síggjast her.

Onnur tíðindi…

Jólabingo og jólabakstur

Jólabingo og jólabakstur

Í síðstu viku byrjaðu jólahugnin  her í Fountainhúsið. Vit hava pyntað og hugnað um bæði inni og úti. Sum siður...

Fountainhúsið á ferð

Fountainhúsið á ferð

Frá 6. septembur til og við 14. septembur fara vit í Fountainhúsinum ein túr til Sardinia.Í hesum sambandi hava vit...

Latið okkum í felag røkka á mál!

;