Listauppboðsøla í morgin, leygardagin 29.apríl 2023

28/04/2023

Nú eru øll listaverkini komin inn og síðstu fyrireikingarnar eru í hásæti. Tað eru sera nógv áhugaverd listaverk við aftur hesa ferð. Tað er heilt vist ein góður møguleiki at ogna sær eitt listaverk fyri ein góðan prís. Somuleiðis er møguleiki fyri at stuðla Fountainhúsinum.

Inni á tiltakinum, sum er stovnað á facebook síðuni hjá Fountainhúsinum, er møguleiki fyri at síggja øll listaverkini, hvat virði á teimum er, og hvat minsta boðið er - trýst her

Vit halda eisini 9 ára føðingardag og bjóða øllum ein góðan kaffimunn og føðingardagskaku

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit síggjast!

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...