Fountainhúsið hevur fingið peningagávu frá Reyða Krossi

18/12/2014

Fountainhúsið hevur fingið peningagávu áljóðandi kr. 10.000,- frá Reyða Krossi Føroya. Í skrivinum í sambandi við gávuna, hevur Reyði Krossur skrivað:

"Fountainhúsið er ein nýstovnað sosial og psykososial rehabiliteringsverkætlan við endamálinum, at fleiri fólk við sálarligum sjúkum og avbjóðingum fáa eina meiningsfulla tilveru, sum fyri tann einstaka gevur innihald í gerandisdegnum.

Eitt nú arbeiða tit málrættað fyri at hjálpa fólki at megna at verða á arbeiðsmarknaðinum. Eins og tit arbeiða við at skapa eitt tilboð til fólk við sálarligum sjúkum og avbjóðingum, sum annaðhvørt ynskja at koma aftur á arbeiðsmarknaðin ella sum ynskja at fáa ein møguleika á arbeiðsmarknaðinum.


Reyði Krossur ynskir at stuðla Fountainhúsinum við hesum sosiala og psykososiala arbeiðinum fyri fólk við sálarligum sjúkum og avbjóðingum.


Vit vóna at peningaligi stuðulin frá Reyða Krossi Føroya hjálpir Fountainhúsinum í hesum arbeiðnum."

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...