Fountainhúsið fingið nýggjan bil

17/12/2014


Nú Fountainhúsið hevur fingið bil, hava vit møguleikan at gera útferðir runt um í Føroyum og annars avgreiða ørindir og arbeiðsuppgávur, sum hoyra til húsið uttan nakað hóvasták.

Møguleiki er eisini fyri, at limir í húsinum kunnu heinta fólk, sum av ein ella aðari orsøk ikki hava møguleika fyri sjálvi at koma til arbeiðis í Fountainhúsinum.

Tað kann, fyri nøkur, vera ein hjálp í fyrstani at verða heintað/ur, fyri síðani at arbeiða fram ímóti at brúka almennan flutning.

Vit øll gleðast um at hava fingið ein bil knýttan at Fountainhúsinum - og síggja fram til at fáa nógva gleði og nyttu burtur úr bilinum.

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...