Opið hús í Fountainhúsinum

13/12/2022

Vit eru nú um at koma í jólahýri her í Fountainhúsinum. Jólaheilsanir eru um at verða lidnar og
verða sendar út til limir og samstarvsfelagar.
Fríggjakvøldið fara vit at hava árliga jólaborðhaldið í Fountainhusinum, tað plagar at vera hugnaligt
og stuttligt við góðum mati, sangi og pakkaspæli.
22. desembur er síðsti arbeiðsdagur, áðrenn vit fara í jólafrí. Tann dagin fara vit at hava opið hús frá kl 13.00 til 16.00.
Limir í Fountainhúsinum fara at spæla tónleik og lesa yrkingar.
Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at heilsa uppá.

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...