Mikudagin 2 nov vóru vit útferð í Klaksvík við Fountainhúsinum.
Vit byrjaðu dagin í vælveruøkinum í svimjihylinum í Klaksvík, tað var einki minni
enn balsam fyri sálina.
Á middegi ótu vit døgurða í Angus, tað smakkaði ótrúliga væl.
Vit endaðu dagin við einari vitjan á Dugna, har vit hoyrdu um arbeiði hjá teimum.
Har fingu vit eisini eina sera væl smakkandi kondittarakøku afturvið drekkamuninum.
Ein sera góð útferð í Klaksvík, harí túrin var goldin av peninginum, sum vit fingu frá Lions.
Vit takka enn einaferð Lions Klub Tórshavn fyri stuðilin.
Summarferia
Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...









