Várveitsla í Fountainhúsinum 2022

26/04/2022

Fríggjakvøldið var várveitsla í Fountainhúsinum.

Tað var tann árliga jólaveitslan sum varð útsett, vegna koronu, og bleiv til eina várveitslu ístaðin. Hetta riggaði stak væl. Vit høvdu eina góða og hugnaliga løtu saman, við góðum mati frá Oddvør Skarðhamar. Á skránni var eisini ein áhugaverd spurnarkapping, har uppgávan var at gita ymiskar staðsetingar í Føroyum, út frá myndum.

At vera saman í sosialum felagsskapi, uttan fyri arbeiðistíð er esini ein mennandi og gevandi løta.

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...