Lesandi

02/02/2021

Fountainhúsið gjørdi í summar 2020 avtalu við ergoterapiskúlan í Åalborg um at vera eitt afturvendandi starvspláss fyri ergoterapeut lesandi.
Í hesum sambandi var Ålborg skúlin á vitjan hjá okkum og hugdu eftir umstøðunum og innihaldi í okkara dagliga arbeiði.
Vit gleða okkum til samstarvið, og eru fegin um, at kunna viðvirka til at geva ergoterapeut lesandi eitt innlit í, hvat arbeiðið í Fountainhúsinum er.

Umframt avtaluna við Ålborgskúlan koma eisini næmingar frá øðrum donskum ergoterapeutskúlum.

Gjøgnum seinastu árini hava verið fleiri lesandi. Seinasti næmingurin, bleiv liðug beint fyri jól og er lesandi frá KP, Københavns professions højskole.

Tað er altíð áhugavert og mennandi fyri eitt arbeiðispláss at hava lesandi, og soleiðis var eisini hesu ferð.


Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...