Krops-og andadráttvenjingar hjá Mariannu Vang Simonsen

25/09/2020

Hvønn mikudag eru vit til krops-og andadráttvenjingar hjá Mariannu Vang Simonsen. Tað hevur sera stóran týdning, at vit gerast varug við, hvussu okkara andadráttur er, hvussu hann kann hátta sær í ymiskum støðum, og hvat vit kunnu gera fyri at fáa róð. Tað vísur seg eisini, at stressaðar støður seta seg í kropping, sum spenningar. Til hetta gera- og læra vit at strekkja allar liðir í kroppinum og merkja, hvar í kroppinum spenningar eru.

Fyri at vit skulu fáa tað besta og mest skynsama burturúr okkara førleikum, er tað ein góður eginleiki at kenna egnan andadrátt, merkja kroppin og læra at hvíla, bæði tá ið løturnar eru góðar og ringar.

At hava spentan/læstan kropp og grunnan andadrátt, ávirkar okkum negativt og kann gera, at vit ikki virka til fulnar í gerandisdegnum.

Vit gleða okkum hvønn mikudag 😊

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...