Góður dagur!

28/08/2019

At fara til Suðuroy, er altíð ein góð uppliving. Fyrst vitjaðu vit hugnaligu café'ina Hjá Jugga, í Vági, har vit fingu ein vælsmakkandi heimagjørdan Panini. Mett og vælsett fóru vit inn í krambúðina á Gørðunum, í Vági at hyggja at savninum við gomlum lutum. Veðrið vísti seg frá sínari bestu síðu, sólin byrjaði at skína, og fóru vit niðan á Eggjarnar - ein sinn náttúru uppliving at síggja vestaru síðu av oynni.

Nógv nýggj upplivilsir, frísk náttúra og nógv fólk samlaði, krevur orku og hvíld, so avgjørt var, at fara heim í Lopransdal, til hugnaligu smátturnar og friðaliga umhvørvið, at hvíla høvur og kropp. Onkur tók sær av løttum, fekk hvílt og kanska sovi eitt sindur, meðan onkur annar gekk sær ein túr til Akrar.

Kl. 18.30 vóru vit aftur á ferð og gekk leiðin til Matstovuna í Porkeri. Var dagurin góður við náttúruupplivilsum og mentanarvitjanum, var matstovan í Porkeri ikki minni góð, við sera góðum døgurða, dessert og gestablídni. Heilt víst ein matstova vit viðmæla øðrum at vitja.

Onnur tíðindi...