Træsmíð við Joel Cole

06/07/2016

Seinastu vikurnar hevur fountainhúsið havt skeið saman við kunstnarinum Joel Cole á verkstaðnum hjá honum.

Fleiri limir hava luttikið og hava fingið undirvísing í, hvat tilfarið eitur og hvar tað er komið frá, hvussu tú fært sterkast úrslit, hvussu tú finnur form úr ráum tilfari, tilgerð við at saga, dreya, pussa og smyrja.

Til endans hava vit samlað øll verkini í Fountainhúsinum, víst tey fyri hvørjum øðrum og greitt frá, hvussu alt er gjørt.

Vit, sum hava luttikið, hava fingið nógvar góður løtur burturúr, samstundis sum vit hava lært eina rúgvu og fingið nøkur flott listaverk heim við. Nú gleða vit okkum bara, til summarferian er liðug, so vit kunnu sleppa aftur til arbeiðis.

Sí fleiri myndir her.

Onnur tíðindi...