Av einari oyggj til aðra.

02/06/2016

So skjótt tú traðkar í land, bítur tú merki í teir kendu smáðu munirnar millum samfeløg, frá krónuni til veðrið, smákenda málið, felags arvur er millum føroyingar og íslendarar – tó hava tíð og sjógvur sett sín dám á hesar munir, hetta er eitt annað samfelag.

Fountainhúsið úr Tórshavn vitjaði Fountainhúsið Geysir í Íslandi 24
til 30. mai. Sum við felags arvinum millum londini, er eisini nógv til
felags millum húsini, bæði fyriskipanarliga og hugurin at hava øll við í
arbeiðinum.

• “Ein
munur er, at tit hava størri hús og fleiri fólk. Eisini hava tit húsfund hvørja
viku.” sigur Súna Mørk, starvsfólk í Tórshavn.

Vikuligi húsfundurin hjá Íslendska felagnum, hevur føroyska Fountainhúsið hug
at adoptera, eisini vilja vit, sum tey, leggja størri dent á almenn tiltøk.

Fýra starvsfólk og tólv limir vóru í Íslandi. Vitjanin á seks dagar er
tættpakkað við arbeiðsuppgávum á Geysir, sightseeing túrum í og rundan um
Reykjavík, avslappandi shopping, sosialisering og veitslu. Føroyingarnir føla
seg vælkomnar, og vit verða eggjaði til, at takað lut í uppgávum, gestablíðni
hava vit til felags.

Geysir er stuðla av landinum, ymiskum grunnum og fyritøkum, Fountainhúsið fær
einans fígging frá landinum til raksturin av húsinum. Tó eru tað fleiri sum
geva peningaligar gávur til húsið. Tvey ár eru síðan Fountainhúsið bleiv
sett á stovn, nú eru bert fáir mánaðir eftir av játtanini frá Almannamálaráðnum
á seks milliónir, býtt yvir trý ár. Vit vóna at fáa longt játtanina við
ársbyrjan 2017.

• “Vit halda hetta skal verða ein føst játtan frá landinum, so Føroyar, sum øll
onnur norðunlond, kunnu veita eitt varandi Fountainhús tilboð”, sigur Súna
Mørk.

Beint nú hava vit fokus á at gera Fountainhúsið meira alment kent. Við tíðini
er ynskiligt at vit eisini gera eitt tilboð serliga til ung millum 18 og
22 ár.

Onnur tíðindi...