Virðisløn

20/05/2016

Endurnýtsluverkætlanin “Ævintýraheimurin” fekk grønu gávuna frá Etika 2016

Grøna gávan frá Etika er peningur fyri sølu av vatni á Etika, sum óskerdur verður latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál. Í 2016 er henda upphæddin kr 45.165.

Við í verkætlanini eru 7 dagstovnar, Skúlin við Løgmannabreyt og Fountainhúsið, sum í samstarvi hava gjørt ein ævintýraheim í Viðalundini. Henda ævintýraheim hava børnini á dagstovnunum gjørt úr endurnýtslutilfari, tvs. úr burturkasti.

Hetta er eitt umhvørvisvinarligt átak, sum økir um tilvitanina hjá okkum øllum mótvegis buturkasti og endurnýtslu. Børnini læra at tað er týdningarmikið, at vit ikki oyðsla, og læra at síggja møguleikarnar í, hvussu burturkast kann endurnýtast. Soleiðis læra tey samstundis, hvussu vit eiga at fara um okkara náttúru og umhvørvi.
Sí myndir frá Viðarlundini her.

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...