
Skeiðið hevur Fía Lamhauge, sum umframt
at hava luttikið í útbúgvingini “Starvsfólk við brúkarafortreytum” á
Psykiatriska deplinum, er lifecoach og listterapeutur.
Skeiðini byrja við einum kunningardegi, og síðani verða tey hildin einaferð um
vikuna í 10 vikur, 3-4 tímar hvørja ferð. Umleið 5 luttakarar eru í hvørjum
bólki.
Listterapi hóskar væl endamálinum hjá Fountainhúsinum: at menna førleikar og
styrkir hjá teimum, ið ynskja sær eitt meira meiningsfult og virkið lív.
Luttakarin er aktivur, meðan hann/hon skapar sítt verk við t. d. at tekna,
mála, modellera ella skriva út frá eini ávísari uppgávu. Úttrykkini eru
persónlig, og aftan á fortelur luttakarin um sítt verk. Harvið kann viðkomandi
– umframt at gerast meira tilvitaður um egið lív - blíva meira vanur við at
leggja fram fyri øðrum. Felagsskapurin í einum bólki sum hesum hevur stóran
týdning. Luttakararnir hava mangan stóra gleði av hvørjum øðrum, og tað er
áhugavert hjá teimum at uppliva, hvussu ymiskt hvør luttakari loysir somu
uppgávu.
Sum skeiðið líður, gerst tað meira natúrligt hjá luttakarunum at úttrykkja seg.
Kenslan av at megna uppgávur, sum frammanundan kanska
virkaðu avbjóðandi, gevur sjálvsálit. Ofta merkja fólk við tíðini eina vaksandi
kreativa tilgongd í mun til so nógv viðurskifti í sínum lívi. Við øðrum orðum
kunnu fólk fáa lættari við at finna loysnir heldur enn forðingar í sínum
gerandisdegi. Og við tað at tann skapandi er í nú-inum, meðan verkið verður
tilevnað, kann tað kennast linnandi at sleppa tankunum frá for- og framtíð eina
løtu. Nøkur eru so glað um at hava fingið samband aftur við sín kreativitet, at
tey aftan á skeiðið gerast skapandi heima hjá sær sjálvum.
Í listterapi er tað innihaldið, sum er í miðdeplinum - ikki útsjóndin. Enntá
kann tað vera ein fyrimunur at vera óroyndur við at úttrykkja seg kreativt, tí
fólk tá ikki í sama mun skulu liva upp til ávísa dygd.
Umframt tær kreativu uppgávurnar og presentatiónina av teimum, verða tað á
skeiðnum viðgjørd ymisk viðkomandi evni, tað verða gjørd øvilsi fyri lættari at
kunna fordjúpa seg, luttakararnir fáa onkur amboð at brúka í ymsum støðum í
lívinum, og ikki minst bjóðar matbólkurin í Fountainhúsinum drekkamunn í
steðginum.
Dømi hvat fyrrv.
skeiðsluttakarar hava fingið burtur úr skeiðnum:
- Nógvar nýggjar mátar at arbeiða uppá, eina øðrvísi vitan at arbeiða við.
- Góðan lærdóm, styrki, vón, kærleika, eymleika, virðing, stuttleika, tolsemi, nøgdsemi, takksemi, nógv og rík minni.
- Fekk kensluna at vera ok, merkti treytaleysa aksept, hevði gleði av nærveru-øvilsunum, positivir tankar fingu betri pláss, tað at mála var terapi fyri meg.


