Vitjan úr ìslandi

13/10/2015

Fountainhúsið í Reykjavík, Klubburin Geysir, hevur seinasu vikuna verið á vitjan hjá okkum.
Limirnir í klubbanum hava verið til arbeiðis í arbeiðseindum saman við okkum. Tey hava lært, hvussu vit í Føroyum skipa arbeiði og arbeiðsuppgávurnar.


Eisini hava vit tosað um og lært av ymiskum royndum hjá hvørjum øðrum. 
Hósdagin vóru vit øll útferð við Gjógv, veðrið var av tí allar fagrasta.


Ein áhugaverd og lærurík vika, har vit hava knýtt vinarbond.


Ætlanin er, at vit eisini fara á vitjan í Ìslandi komandi ár.

Sí Myndir

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...