
Í døgunum 16. til 18. apríl verður Bindifestivalur í Fuglafirði.
Arbeiðsuppgávan hjá Fountainhúsinum verður, at bjóða og taka væl ímóti øllum gestum, sum ynskja at steðga á eina løtu og keypa sær serliga vælsmakkandi rómakaku frá Bakarínum hjá Vígdisi og nýtraktað kaffi og te.
Hvør veit um ikki onkrir góðir Fountaintónar vera at hoyra um høvi býðst?
Vælkomin at vitja Kaffihúsið hjá Fountainhúsinum, sum heldur til í bygninginum hjá Eik-banka. Meir um sjálvan Bindifestivalin, tær ymisku verkstovurnar, fyrilestrarnar og onnur tiltøk á www.bindifestival.com


