Sera væleydnaður føðingardagur

08/04/2015

Mikudagin 1. apríl høvdu vit 1 ára føðingardag. Í hesum sambandi var opið hús frá kl. 14-17. Nógv fólk vóru inni á gólvinum og heilsaðu uppá føðingardagsbarnið.

Sigast kann, at gestirnir ikki komu til fánýtis. Teir fingu mang gott, bæði til góman og oyrað.

Fountaintónar (bólkur og kór) høvdu fleiri framførslur í kjallaranum, og solisturin Rökkvi framførdi eisini egin løg.

Føðingardagurin riggaði stak væl, góðar framførslur, gott lag og nógvir gestir á gátt.

Fountainhúsið takkar fyri allar vitjanirnar, gávurnar og blómurnar.

Sí myndir frá føðingardegnum her.

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...