Grannakaffi í Fountainhúsinum

03/03/2015

Grannakaffi verður í Fountainhúsinum, leygardagin 14. mars kl. 11.00 - 14.00.

Vit sum vertir bjóða grannum, vinum og annars øllum áhugaðum gestum til ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Allir gestir sum koma inn á gólvið rinda fyri kaffimunnin eftir førimuni. Stuðulin fer til Krabbameinsfelagið og hvør króna ger mun.

Kom inn á gólvi til eitt hugnaligt prát, góðan kaffimunn og hugnaliga samveru.

Øll eru vælkomin.

Síggjast! 😉

Onnur tíðindi...

Summarferia

Summarferia

Fountainhúsið fer í summarferiu í viku 31 og 32. Hesar tvær vikurnar er húsið stongt. Vit byrja aftur mánadagin...

read more...
Tippikapping

Tippikapping

Nú HM endaspælið í fótbólti hevur verið, hava vit eisini havt eina tippikapping í Fountainhúsinum. Tað hevur verið...

read more...