Arbeiðseindir
Vit kunnu bjóða
• Ein skipaðan gerandisdag við týdningarmiklum arbeiðsuppgávum.
• Endurvenjing av styrkjum – bæði fakliga, persónliga og sosialt.
• Vegleiðandi og stuðlandi samrøður.
• Tilrættalegging av framtíðarætlanum saman við tí einstaka.
• Førleikametan og útgreining av virkismøguleikum.
• Skapan av relatiónum og felagsskapi
Málið er, at hvør einstakur
kemur at kenna, at:
• Ein megnar nakað
• Ein er nakað
• Brúk er fyri einum
• Ein ger mun
Køkur
Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.
Skrivstova
Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundarfrásagnir, bókhald og heimasíðugerð.
Hús og urtagarður
Viðlíkahald og reingerð innan- og uttandura, og urtagarðsarbeiði.
Kreativt
Í kreativu eindini verður alskyns skapandi og handligt arbeiði gjørt, so sum binding, seyming, listmáling, tøving, skriving og annað.